Tróndur og Orion framvegis í fjøruni

Eigarin av Tróndi og Orion, Sp/f Faroe-Group Ltd. við Sjúrði Gorm Petersen, hevur fingið freist til klokkan 15 í dag at koma við eini haldgóðari ætlan um, hvussu skipini trygt kunnu loysast úr fjøruni á Skipanesi. Hendir einki, tekur tað almenna um endan, og felagið fær rokning fyri tað, sum hetta kostar

Skipini, Tróndur og Orion, sum í ódnini seinastu fríggjanátt slitu við bryggju á Skála og róku á land hinu megin fjørðin, standa framvegis í fjøruni á Skipanesi.
Sambært Degi & Viku í gjárkvøldið, hevur nógv fundarvirksemi verið millum ymiskar landsmyndugleikar um støðuna, nú fólk í økinum eru farin at ótolnast og óttast fyri eini oljudálking, um skipini ikki verða fingin avaftur.

Eigari fingið freist
Eigari av Tróndi og Orion er Sp/f Faroe-Group Ltd. við Sjúrði Gorm Petersen. Felagið hevur nú fingið freist til klokkan trý í dag at koma við eini haldgóðari ætlan um, hvussu Tróndur og Orion trygt kunnu fáast leysir aftur – uttan, at oljudálking spyrst burtur úr hesum.
Sum skilst, eru 40.000 litrar av gassolju umborð á Orion og umleið 15.000 litrar umborð á Tróndi.
Bæði fólk í økinum og landsmyndugleikar halda, at nú er nóg long tíð gingin, uttan at nakað er hent.
Havnarmeistarin hjá Runavíkar havn, Torbjørn Jacobsen, segði eisini við Dag & Viku í gjárkvøldið, at tað hevur skund at fáa skipini leys aftur, helst í dag ella í morgin.
- Beint nú eru streymviðurskiftini soleiðis háttað, at tað er óvanliga høgur vatnstandur á Skálafjørðinum. Verður tað ikki nú, at skipini verða fingin av aftur, kann hetta gerast ein torfør uppgáva, segði Torbjørn Jacobsen.
Tíðarfreist er nú sett á, og í skrivi til eigaran sigur Innlendismálaráðið, at ger reiðarin ikki eftir boðunum, taka myndugleikarnir ræðið á skipunum, og síðan kemur eigarin at gjalda fyri tað, sum tað kostar at flyta skipini og fyribyrgja oljudálking.

Uppí málið
Leiðarin á Fiskiveiðieftirlitinum, Elmar Højgaard, vísir til tað, sum Innlendismálaráðið sigur, men leggur aftrat, at megnar eigarin ikki at loysa uppgávuna, er væntandi, at tað verða skipini hjá Fiskiveiðieftirlitinum, sum koma at taka sær av hesum.
Sambært Elmari Højgaard og teirri kunning, sum hevur verið frammi um Trónd og Orion, er ikki nakar serligur sjógvur í skipunum, og lekar eru neyvan nøkur forðing fyri at taka skipini av aftur.
- Men verða skipini liggjandi, og vit fáa ein uppgang við lágætt og nógvari aldu, veit man jú ongantíð, hvat kann henda, sigur Elmar Højgaard í samrøðu við Sosialin í morgun.