Trý ísfiskalínuskip og sjey frystilínuskip eru til fiskiskap í løtuni. Væntandi koma øll ísfiskalínuskipini inn at landa í næstu viku. Skipini fáa mest av toski, hýsu, longu og nakað av brosmu.
- Av teimum sjey frystilínuskipunum, sum eru til fiskiskap, fiska tvey í íslendskum sjógvi, og hini fimm eru undir Føroyum.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at streymurin verður góður fyrst í vikuni, sum kemur, men hann harðnar, sum vikan gongur.
Veðrið verður skiftandi, og fer neyvan at roynast nakað serligt til útróður. - Útróðrarbátarnir fáa nógv mest av hýsu og nakað av toski, verður lagt aftrat.