Upp til 40 prosent av øllum nýggjum profilum á Facebook eru falskir, og nógvir av teimum hava duldar ætlanir, metir ein frágreiðing frá altjóða trygdarfyritøkuni Cloudmark Tað kann væl vera at tað sær smart út at hava 500 vinir, men lat hóast alt vera við at siga ja til fólk, tú ikki kennir, ávara serfrøðingar.
Fyritøkur útnytta teg
Tann metingin er ikki óverulig, metir Shehzard Ahmad frá DK-Cert, ið hevur eftirlit við KT-trygdini í Danmark.
- Vit síggja at rákið er at fleiri vørur verða førdar fram sum Facebook profilar, og at profilar hava nøvn, vit kenna frá KT-kriminaliteti, greiðir hann frá.
Nakrir falskir profilar blíva vinir við fólk fyri at lúra av teirra persónligu upplýsingar og yvirtaka teirra identitet.
- Til dømis upprættaði ein brotsmaður eitt kontantlán í navninum hjá einum øðrum út frá teimum upplýsingum, hann fann á Facebokk, sigur Shehzad Ahmad.
Spreiða virus
Trygdarfyritøkan Cloudmark vísir eisini á at fleiri og fleiri falskir profilar spreiða virus, ella leiða fólk inn á heimasíður við virus.
- Tað hava vit ikki sæð so nógv av enn, men tøkniliga letur tað seg væl gera, so tað er bara ein spurningur um tíð. Sosial net eru heilt víst tann mátin, virus verður spreitt í framtíðini, meinar Magnus Kalkuhl, ið er virusanalytikari í Norðurevropa fyri altjóða KT-trygdarfyritøkuna Kaspersky.
Facebook ynskir ikki falskar profilar, og hevur tú illgruna til ein profil, skal tú melda hann. Hóast hetta kunnu tað ganga mánaðir, áðrenn ein falskur profilur verður strikaður. Facebook hevur júst rundað 150 milliónir aktivar brúkarar.
Kelda: DR