Í morgun hevði Miðlahúsið vitjan av triða flokki úr Glyvra skúla. Tey vóru farin til Havnar ein túr, sum byrjaði í Miðlahúsinum, áðrenn tey fóru víðari niðan í Hoyvíkar, har tey skuldu vitja á Tjóðsavninum.
Í Miðlahúsinum fingu tey frágreiðing um, hvussu arbeitt verður við teimum fýra miðlunum, sum verða stýrdir úr Miðlahúsinum: Sosialinum, in.fo, Rás2 og Vikublaðnum.
Børnini spurdu áhugað um, hvussu eitt blað verður til – og serligan áhuga høvdu fyri, hvussu tað bar til at gera bløð, áðrenn teldan var uppfunnin. Soleiðis bar til at greiða stutt frá prentkynstrinum hjá Gutenberg og fram til teldutíðina, sum á Sosialinum byrjaði í 1988.
Áðrenn næmingarnir fóru avstaðaftur, fekk myndamaðurin í Miðlahúsinum, Álvur Haraldsen, eina mynd av næmingunum saman við lærarunum.