Triðja ferðin at Eiler dømir finaluna

Higartil hevur hann einaferð havt reyða kortið á lofti í steypafinalu

Tá ið Eiler Rasmussen klokkan 16 fer at bríksla fyri fyrstu ferð í steypafinaluni millum NSÍ og B36, so verður tað triðja ferðin, at hann verður dómari í finalu í kappingini um løgmanssteypið, veit faroesoccer.com at siga.

 

Eiler hevur verið dómari síðani 1996, og hann dømdi fyrstu ferð í bestu deildini hjá monnum í 2001. Tá hevði hann frammanundan dømt í lægru deildunum á mannfólkasíðuni, í kvinnudeildini og eisini í kappingini um løgmanssteypið.

 

Í 2007 dømdi Eiler Rasmussen fyri fyrstu ferð finalu í kappingini um løgmanssteypið. Tað var mikudagin 15. august, at EB/Streymur og HB spældu finalu á ovara vølli í Gundadali. EB/Streymur vann 4-3, og Eiler hevði fimm ferðir gula kortið á lofti.

 

Aftur í 2015 vóru boð eftir Eiler Rasmussen at døma steypafinaluna. Tá var NSÍ annað liðið í finaluni, og hitt var Víkingur. Hetta var á Tórsvølli leygardagin 29. august. Víkingur vann 3-0, og tá ið ein stórur hálvur tími var farin, var støðan 2-0.

 

Sjey minuttir undan steðginum hevði Eiler reyða kortið á lofti. Tað var Árni Frederiksberg, sum sá beinleiðis reytt kort. Seinni vísti dómarin tríggjar ferðir gula kortið.

 

Fyri tveimum árum síðani, tá ið HB vann steypafinaluna 3-1 ímóti Víkingi, var Eiler Rasmussen fjórði dómari, meðan Dagfinn Forná var dómari.

 

Finalan millum NSÍ og B36 verður á Tórsvølli klokkan 16. Hjálpardómarar vera Andreas Petur Hansen og Jón Marni Johannesen, meðan Petur Reinert verður 4. dómari. Dómaraeygleiðari verður Niklas á Líðarenda.