Tríggir av teimum yngru leingja við NSÍ

Betri deildin menn: Tað eru ikki bara keðilig tíðindi í NSÍ, sum her í holt við sítt mesta avbjóðandi kappingarár í nýggjari tíð

NSÍ boðar frá, at tríggir av yngru spælarunum í felagnum hava longt sáttmálan. Teir eru Meinhard Geyti, Beinir Nolsøe og Jógvan Højgaard. Teir hava allir verið patur av besta liðnum í ár. Um Meinhard Geyti verður sagt:

 

- Meinhard hevur í ár fingið kjansin á besta liðnum hjá NSÍ, og hevur klára tað væl. Meinhard kemur at verða við at mynda framtíðina í NSÍ. Tí fegnast vit um at Meinhard hevur longt sáttmálan, soleiðis at hann er at síggja í gulum fram til og við 2024, skrivar NSÍ.

 

Um Beinir Nolsøe verður sagt: Beinir Nolsøe hevur longt sáttmálan við NSÍ, so at hann nú hevur sáttmála til og við 2024. Beinir hevur í ár verið partur av Betri liðnum hjá NSÍ, og hevur hann veruliga víst síni evnir. Vit fegnast um at Beinir hevur longt sáttmálan, tí Beinir er heilt víst ein framtíðar leikari fyri NSÍ, skrivar NSÍ.

 

Um Jógvan Højgaard verður sagt: Jógvan Højgaard hevur longt sáttmálan við NSÍ. Jógvan er partur av Betri liðnum hjá NSÍ, og hevur í ár fingið kjansin, og evnini og viljin vísa at Jógvan er ein partur av framtíðini í felagnum. Nýggi sáttmálin er galdandi til og við 2024, skrivar NSÍ.

 

NSÍ spælir í dag klokkan 17 móti Víkingi við Løkin. Enn er ongin nýggjur venjari settur fyri Toda Jónsson.

 

##med1##

##med2##

##med3##