Tríggir nýggir smittutilburðir í Nuuk

Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, er vónríkur og væntar ikki stóra smittuspjaðing.

 

 

 

Eftir at Grønland higartil er sloppið rættiliga væl við lutfalsliga fáum koronu-tilburðum síðan í mars mánaði í fjør, hevur landið í seinastuni havt nakrar nýggjar smittutilburðir.

 

Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, sigur við Sermitsiaq, at síðan í gjár eru staðfestir tríggir nýggir smittutilburðir, og tríggir eru frammanundan skrásettir fyrr í vikuni.

 

- Tey trý, sum nú eru staðfest smittað aftrat, vórðu kannaði í gjár, og tey búgva øll í sama umhvørvi, sum hini trý, ið vórðu staðfest smittað fyrr í vikuni.

 

Henrik L. Hansen er vónríkur og væntar tískil ikki, at talan í hesum førinum verður um stóra smittuspjaðing.

 

Tey 80, sum vórðu koyrd í sóttarhald, eftir at trý fólk í somu fyritøku høvdu fingið staðfest koronu, vórðu kannað í gjár, fríggjadagin, og her eru nú trý teirra aftrat funnin smittað.

 

- Vit síggja optimistiskt upp á støðuna, sjálvt um vit nú hava fleiri smittað, tí higartil er smittan í einum ávísum umhvørvi, har fólk nú eru í sóttarhaldi, sigur landslæknin við Sermitsiaq.