Tríggir starvsdagar í barnagarðinum

- Tað hevur ómetaliga stóran týdning at hava trúgv fólk á dagstovnunum, sum ár eftir ár gera sítt allar besta fyri at røkja sína uppgávu.  

Um vikuskiftið vórðu tríggjar kvinnur heiðraðar, tá Nes kommuna skipaði fyri jólaborðhaldi fyri starvsfólkunum.

 

Turid Hansen fyri 20 ár, Súsanna Skoradal fyri 20 ár og Karina Olsen fyri 25 ár í starvi hjá kommununi. Tær arbeiða allar í Barnagarðinum á Svangaskarði.

 

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, segði, at tað hevur ómetaliga stóran týdning at hava trúgv fólk á dagstovnunum, sum ár eftir ár, dag og dagliga, gera sítt allar besta fyri at røkja sína uppgávu.  

 

- Hetta virðismeta vit sera høgt, segði borgarstjórin, sum takkaði teimum trimum fyri  sera gott samstarv og fyri bæði trúgva og drúgva tænastu.

 

Við høvið fingu tær tríggjar, Turid, Súsanna og Karina Olsen, gávur og blómur, samstundis sum teimum varð ynskt framhaldandi blíðan byr.