Fyrsti tingfundur í løgtingsárinum 2017 verður í morgin, týsdagin klokkan 10. Eittans mál er á skránni, tað er umrøða av frágreiðing løgmans á ólavsøku.
Annar fundur verður mikudagin klokkan 10, og tá er framhaldandi umrøða av ólavsøkufrágreiðng løgmans á skránni.
Hósdagin klokkan 10 fer Løgtingið at viðgera løgtingsmál nummar 1 í 2017, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (Fiskidagar 1. september til 31. desember 2017). Hetta málið verður beint í Vinnunevndina.