Tríggjar veddingarfyritøkur vænta aftur H71-tap sunnudagin

Eingin veddingarfyritøka gav odds uppá fyrra Europa Cup dystin millum H71 og spanska liðið, Atletico Guardes

Klokkan 18 sunnudagin skulu kvinnurnar hjá H71 royna at vinna inn aftur leiðsluna spanska liðið, Atletico Guardes hevur frá fyrru Europa Cup áttandapartsfinaluni.

 

Atletico Guardes vann dystin 34-31. Tí má H71 vinna dystin í annaðkvøld við fýra málum, ella við einum trímálssigri sum hevur fleiri skotin mál enn 34-31, um hoyvíkskvinnur vilja vinna seg í fjórðingsfinalurnar. 

 

Eingin veddingarfyritøka gav odds upp á fyrra dystin, ið var leiktur í dag.

 

Men nú hava so tríggjar altjóða veddingarfyritøkur odds upp á seinna dystin.

 

Veddingarfyritøkurnar, ComeOn, 10 Bet og 1xBet vænta allar, at Atletico Guardes eisini vinnur ta seinnu áttandapartsfinaluna á H71. Oddsini upp á sigur til Atletico Guardes liggja millum 1,25 og 1,28.

 

Oddsini upp á sigur til H71 liggja millum 4,82 og 5,00.