Sunnudagin spældi norska BK Tromsø fyrstu finaluna um norska meistaraheitið í mansflogbólti.
Á liðnum hjá Tromsø vóru aftur hesa ferð Bárður B. Mikkelsen og Rúni Weihe, men heldur ikki teir báðir fingu gjørt so nógv hendan dystin.
Úr Noreg sigur Bárður, at tey bæði fyrstu settini gekk av skriðuni hjá Tromsø, sum snøgt sagt ikki fekk gjørt nakað rætt.
Seinni batnaði spælið tó nakað, og teir vunnu triða settið, men tað var ikki nóg mikið kortini. Við settúrslitunum 23-25, 10-25, 15-16 og 22-25 taptu føroyingarnir fyrsta dystin.
Sum skilst, so er eisini óvist, hvussu liðið hjá Tromsø verður mannað til næsta finaludystin. Til dystin móti Kristianssun hesaferð, mátti Tromsø verða eina spælara fyriuttan, meðan mótstøðan manglaði tveir spælarar. Í øllum trimum førum var beach-volley í Brasil atvold til fráveruna.
Hartil hevur Rúni Weihe barnadóp á skránni, nú næsta finalan nærkast, og tí er óvist, hvørt hann verður tøkur hjá liðnum, tá finalan verður spæld 8. apríl.