Tróndur aftur toppskjútti hjá Ryger Stavanger

Ryger Stavanger vann trygt á Oslo-studentunum á útivølli

Føroyingaliðið í Stavanger í næstbestu norsku hondbóltsdeildini, Ryger Stavanger vann í kvøld trygt 37-29 á Oslo-studentunum á útivølli.

 

Føroyingarnir hjá Ryger gjørdu aftur sítt í kvøld. Tróndur Mikkelsen gjørdist enn einaferð toppskjútti hjá Ryger, hesaferð víð átta málum. Julian J. Kragesteen skoraði trý mál fyri Ryger í kvøld.

 

Ryger er nummar fimm í deildini við 12 stigum. Tað eru bert tvey stig upp til nummar tvey, Sandefjord sum hevur 14 stig.

 

Sunnudagin 4. desember spælir Ryger á heimavølli móti Bergen.