Næstseinasta vikuskiftið varð VFF Cup á Tórsvølli, á ovara vølli, og á niðara vølli í Gundadali. Upprunaliga ætlanin var, at allir spælararnir skuldu velja tann besta spælaran í kappingini, sum so skuldi fáa handað eitt steyp til áminningar um heiðurin. Hetta gjørdist av ongum.
Men Frankie Jensen og hinir í Fótbóltsvenjarafelagnum vóru ikki ráðaleysir. Teir fingu ymiskar venjarar hjá liðunum í effodeildini, umframt nakrar menn frá fjølmiðlunum at velja tann besta spælaran. Valið fall á miðvallaran hjá HB, sum sæst á myndini, sum Rakul Hansen hevur tikið.
Tó visti Tróndur Jensen ikki, at hann fór at fáa steypið handað, tá hann møtti til eitt beinleiðis prát á Rás2 í seinnapartssendingini.
Við at trýsta á PÍLIN ber til at hoyra løtuna, tá Frankie Jensen yvirraskaði Trónd Jensen, umframt prátið Rás2 hevði við Trónd og Frankie.