Troyttir og eymir føroyingar

Tað vóru nakrir troyttir og eymir føroyingar, ið vandu á Tórsvølli í dag. Millum annað Odmar Færø, Súni Olsen og Símun Samuelsen sótu uttanfyri partar av venjingini.

 

Lagið var gott á føroysku leikarunum tá teir seinna partin í dag vandu á graslíkinum á Tórsvølli. Tað er einki at siga til, at fleiri teirra eru troyttir frá dystinum fríggjakvøldið, meðan onkrir hava smærri snuddir.

 

- Vit hava tríggjar ella fýra leikarar, sum hava snuddir, men lat okkum nú geva teimum tíð at koma fyri seg eftir dystin. Tað er tað klárt, at fleiri teirra eru troyttir og nakað eymir í dag. Tað er púra vanligt, sigur Lars Olsen, landsiðsvenjari.

 

Odmar Færø sat uttanfyri ein part av venjingini. Hann hevur havt ein skaða í lúskuni. Símun Samuelsen og Súni Olsen hava somuleiðis ein snudd, sum teir pleygaðu til venjing.

 

Til endans í venjingini var ein lítil dystur millum teir yngru og teir eldru. Her vunnur teir eldru ein greiðan sigur.

 

Landsdysturin millum Føroyar og Írland verður týskvøldið klokkan 19.00