Tað sigur hann í øllum førum sjálvur.
Amerikanski forsetin, Donal Trump er í øðini inn á, at fyrrverandi FBI stjórin, Robert Mueller skal kanna møguligt samband millum Donald Trump og Russland.
Trump skrivar á Twitter: »Hetta er størsta heksajagstran á ein politikara í søguni hjá USA«·
Útsøgn hansara kemur helst av, at løgmálaráðið hevur útpeikað ein serliga kanningardómara at kanna, um tað er samband millum Trump-herferðina og Russland.
Tað er tann fyrrverandi FBI-stjórin, Robert Mueller, sum er útpeikaður at leiða kanningarnar, sum koma í kjalarvørrinum av, at mótstøðufólk hjá Trump millum demokratarnar hava kravt eina óhefta kanning pástandunum um, at russland skal hava roynt at ávirkað forsetavalið í USA til fyrimunar fyri Donald Trump.
/ritzau/