Tað skrivar hann á sínum sosiala miðli, Truth Social, har hann samstundis boðar frá, at USA fer at svara aftur upp á álopið.
Fyrr týsdagin upplýstu amerikanskir myndugleikar, at ein hernaðartyrlan var dottin niður nær strondini hjá Oman, og at tey bæði fólkini umborð vóru bjargað innan tveir tímar og høvdu tað gott.
Tað upplýsti amerikanska sentralkommandoin, Centcom, sambært BBC.
Trump váttaði eisini mánamorgunin sambært Reuters, at báðir flogskipararnir vóru tryggir.
Í nýggja uppslagnum á Truth Social skrivar forsetin, at báðir flogskipararnir eru óskaddir.
– Kortini noyðist USA at svara aftur upp á hetta álopið, skrivar Trump.
Hann sigur, at tyrlan var á eftirlitsferð yvir Hormuzsundinum, tá hon varð skotin niður.
Iran hevur higartil ikki gjørt viðmerkingar til hendingina.
Í apríl vórðu tveir flogskiparar á einum amerikonskum F-15E Strike Eagle-stríðsflogfari bjargaðir, eftir at flogfarið varð skotið niður av Iran.
Tíðindini um tyrluna koma eftir nýggj hernaðarlig átøk í økinum. Fyrst vóru nýggj álop millum Iran og Ísrael, men mánadagin boðaði iranska yvirskipaða herleiðslan frá, at hernaðarligu átøkini móti Ísrael vóru lokin.
Sambært AFP segði Trump eisini tíðliga týsmorgunin, at arbeiðið við at fáa eina friðaravtalu upp á pláss er í endaligu fasuni.
– Vit eru í endaligu fasuni av tí, sum verður ein sera, sera góð avtala, segði Trump.
Spurdur, um talan er um dagar ella vikur, svaraði forsetin, at tað væntandi fer at taka „tveir til tríggjar dagar“.











