Ísraelskir miðlar vita í kvøld at siga, at amerikanski forsetin vil hava ísraelska forsætisráðharran at enda kríggið í Gazageiranum.
Teir báðir tosaðu í telefon mánadagin, og sambært bæði Haaretz og The Times of Israel hevur Donald Trump biðið Benjamin Netanyahu endað kríggið.
Sambært keldum hjá ísraelsku miðlunum hevur amerikanski forsetin givið ísraelska forsætisráðharranum greið boð.
- Talan er ikki bara um, at Ísrael skal ganga við til eina vápnahvíld fyri at tryggja leyslating av fleiri ísraelskum gíslum, skriva ísraelsku miðlarnir.
Donald Trump skal nevniliga hava sagt við Benjamin Netanyahu, at hann nú væntar, at Ísrael gevst við sínari krígsførslu í Gazageiranum.