Aftanfyri skottrygt glas helt Donald Trump í gjár sín fyrsta stóra veljarafund uttandura síðani morðroyndina í farna mánaði.
- Um 67 dagar vinna vit hendan statin, og vit vinna á Hvítu Húsunum, segði republikanska forsetavalevnið í gjár, sambært tíðindastovuni AP, av pallinum í statinum North Carolina.
Bingjur vórðu sett upp kring økið fyri at gera eyka veggir so tað ikki sæst beint inn á økið, skrivar AP.
Norður Carolina er eitt av sveiggjstatunum, har Trump hevur tepra leiðslu sambært einum miðaltali frá RealClearPolitics.
Fyri umleið einum mánaði síðani fekk Trump smávegis skaða, tá skot vórðu latin eftir honum á einum uttandura stevnu í Butler í Pennsylvania.