Trump vil hava 50 millardir til hjálp eftir melduródn

Kongressin fer væntandi at góðtaka áheitanina frá forsetanum um ein hjálparpakka upp á slakar 50 milliardir krónur.

 

Amerikanski forestin, Donald Trump, hevur alment biðið Kongressina um at góðkenna ein innleiðandi hjálparpakka upp á 7,85 milliardir dollarar í sambandi við melduródnina Harvey.

 

Tað upplýsir Mick Mulvaney, sum er fíggjarstjóri í Hvítu Húsunum sambært Reuters.

 

Upphæddin svarar til 49,3 milliardir krónur.

 

Óveðrið hevur serliga rakt statin Texas, har stór vatnflóð hevur verið, og roknað verður við skaðum upp á eina tveysiffraða milliardaupphædd í dollarum.

 

Roknað verður við, at kongressin skjótt fer at eftirlíka áheitanini hjá forsetanum, skrivar tíðindastovan AP.

 

Republikanararnir í Umboðsmannatinginum hava givið til kennar, at teir vilja virka fyri skjótari hjálp til harðast raktu økini.


Tað krevur rættiliga stórar upphæddir at umvæla skaðarnar eftir melduródnina, men tann innleiðandi hjálparpakkin fer at tryggja, at pengar eru til upprudding og hjálpararbeiði næstu nógvu vikurnar.

 

/ritzau/