Tollprosentið skal hækka aftur fyri ES-vørur, tí handilssamráðingarnar millum ES og USA koma ongan veg.
Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, í dag í einum uppslagi á sínum sosiala miðli, Truth Social.
Harvið mælir hann til ein toll á 50 prosent frá 1. juni fyri vørur úr ES.
Í innlegginum sigur hann, at "Evropeiska Samveldið, sum varð stovnað við høvuðsendamálinum at útnytta USA á handilsøkinum, hevur verið sera trupult at fáast við."
Trump heldur fram:
- Okkara orðaskifti við tey koma ongan veg! Tí mæli eg til 50 prosent toll á Evropeiska Samveldið at byrja 1. juni 2025. Eingin toll er, um vøran er bygd ella framleidd í USA.
Sambært tíðindastovuni Reuters noktar ES-nevndin at gera viðmerkingar, fyrr enn uppringing hevur verið millum handilsleiðaran í ES og amerikanska handilsumboðið.
Trump sigur, at handilsjavnin hjá USA við ES er "fullkomiliga óhóskandi". Hann ákærir ES fyri "handilsforðingar, toll, láturligar fyritøkurevsingar, gjaldoyramanipulatión, órættvís og óheimilað rættarmál móti amerikanskum fyritøkum og annað".
Danska C25-vísitalið hevur tikið eitt dykk eftir fráboðanina hjá Trump. Tað sama er galdandi fyri evropeisk og amerikansk partabrøv.
Kósin hjá amerikanska forsetanum á tolløkinum hevur verið eyðkent av einum sonnum melduri av ymiskum fráboðanum seinastu mánaðirnar.
Í apríl kunngjørdi Trump toll uppá tíggju prosent á øllum innflutningi til USA og nógv hægri toll á eina røð av londum og økjum, harímillum 20 prosent av tolli á flestu ES-vørum.
Nógv hægri tollurin varð tó fyribils steðgaður, soleiðis at USA kundi samráðast um avtalur við einstøku londini.
ES-tollurin varð sostatt hálveraður fram til 8. juli, men ein tollur á 25 prosent hevur verið hildin á bilum, stáli og aluminium.
/Ritzau/