- Vit hava tey seinastu árini verið heima hjá okkum sjálvum og hildið nýggjár saman við vinum, og tað gera vit aftur í ár.
Tað sigur Bogi Andreasen, býráðslimur í Tórshavnar kommunu.
Keypir tú fýrverk, og dámar tær at skjóta fýrverk?
- Ja, eg keypi fýrverk, og mær hevur altíð dámt væl at skjóta. Tey seinastu árini havi eg fingið góðan stuðul frá mínum synum, og vit skjóta í fleiri dagar .
Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2016?
- Eg kenni meg hepnan, at eg havi ein spennandi gerandisdag, men ein hending, eg kann draga fram fram í 2016, er tiltakið Slaktið, sum var í Tórsgøtu 24. september. Hetta var ein stór uppliving, og gjørdist eg ikki sørt errin av vera føroyingur , tá eg sáa, hvussu nógv vit sjálvi framleiða í Føroyum.
Bogi Andreasen sigur, at størsta hending í 2016 var, tá hann - eftir krevjandi valstíð - aftur fekk møguleika at umboða Tórshavnar Kommunu komandi fýra árini.
Og hvat var keðiligasta upplivingin í 2016?
- Eg eri serliga harmur um, at mínir dreingir aftur í ár vórðu konfronteraðir við deyðan, tá teir mistu sín pappabba eftir herviliga sjúkralegu. Tað var trupult at svara upp á teirra "hví" - og hart at síggja, hvussu veruligur deyðin hevur verið í lívinum hjá dreingjunum tey seinastu árini.
Bogi Andreasen sigur, at hann hevur sett sær fyri í 2017 at gera meira við sína fysisku heilsu.