Ein 57 ára gamal maður í lítlu grønlendsku bygdini, Niaqornat, doyði fríggjadagin, eftir at hann varð raktur av skotum frá einari riflu.
Grønlands Politi sigur, at tey hava handtikið ein persón í samband við tilburðin.
Í bygdini Niaqornat, sum liggur nærindis Uummannaq, búgva færri enn hálvt hundrað fólk.
Tað var í gjár, at Grønlands Politi fekk fráboðan um tilburðin, og nú er ein persónur skuldsettur fyri manndráp.
- Tvey løgreglufólk og ein lækni eru í dag send til Niaqornat, og ætlanin er, at hin handtikni og hin deyði skulu flúgvast til Ilulissat.
Sermitsiaq veit at siga, at í Ilulissat vera avhoyringar av hinum skuldsetta, sum eisini skal grundlógaravhoyrast.
- Í byrjanini av næstu viku verður líkskurður, og mánadagin koma eisini kriminalteknikarar og rættarlækni úr Danmark í samband við hendingina, sigur løgreglan.
Við atliti til kanningararbeiðið, vil løgreglan ikki upplýsa meira um syrgiligu hendingina í Niaqornat í gjár.
Hetta er triði tilburðurin í Grønlandi higartil í ár, har fólk eru handtikin og skuldsett fyri dráp.
##med2##