Trygd: Ein millión í avlopi

Trygd hevur kunngjørt úrslitið fyri fyrra hálvár

Trygd hevur í dag kunngjørt úrslitið fyri fyrra hálvár, ið vísir, at avlopið áðrenn skatt er munandi minni enn sama tíðarskeið undanfarna ár. Tilsamans er talan um eina minking á 4,1 milliónur krónur.


- Fyrra hálvár hjá Trygd var merkt av einstøkum stórum skaðum umframt vaksandi inntøkum. Stóru skaðaútreiðslurnar ávirkaðu hálvársroknskapin hjá felagnum, sum hevði 1 mió. kr. í avlopi fyri skatt. Til samanberingar var úrslitið fyri sama tíðarskeið í fjør 5,1 mió. kr, skrivar felagið.


Brian Smedemark, stjóri í Trygd, er kortini nøgdur við gongdina og vísir á, at tað millum annað eru stórir skaðar, ið er orsøkin til úrslitið.


- Seinastu árini hava vit fingið nógv nýggj viðskiftafólk, samstundis sum lutir og ognir, sum verða tryggjað, bæði eru vorðin virðismiklari og fleiri í tali. Hetta sæst aftur í vaksandi inntøkum frá tryggingargjøldum, og tað fegnast vit sjálvandi um. Fyrra hálvár í ár høvdu vit tó lutfalsliga stórar skaðar, og avlopið er tí minni enn upprunaliga væntað. At hjálpa viðskiftafólkunum, tá ið skaðin er hendur, er kjarnin í okkara virksemi, og tí eru vit nøgd við gongdina, hóast avlopið er verri enn væntað, sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.


Víst verður á, at bruttotryggingargjøldini hjá Trygd hava verið støðugt vaksandi seinastu árini. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør eru tey hækkað við 7,7 milliónum krónum. Orsakað av stóru skaðunum eru skaðaútreiðslurnar eisini hækkaðar samsvarandi og eru sostatt 8,4 milliónum krónum hægri enn sama tíðarskeið í fjør.


Hóast úrslitið fyrra hálvár 2018 er munandi verri enn sama tíðarskeið í fjør, so metir felagið, at inntøkurnar fara at hækka seinna hálvar.


- Hóast avlopið í fyrra hálvári var verri enn væntað, metir Trygd framtíðarvónirnar vera góðar. Felagið væntar, at harða kappingin millum føroysku tryggingarfeløgini fer at halda fram, og at inntøkurnar fara at hækka nakað, tað ið eftir er av 2018. Leiðslan væntar, at ársúrslitið eftir skatt verður 4-6 mió. kr. treytað av, at skaðagongdin kemur í eina meira vanliga legu, skrivar felagið.


Hálvársroknskapurin í stuttum:

- Hálvársúrslitið áðrenn skatt var 1 mió. kr. samanborið við 5,1 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

- Hálvársúrslitið eftir skatt var 0,8 mió. kr. samanborið við 4,1 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

- Tryggingartekniska úrslitið var 1,2 mió. kr. samanborið við 4,9 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

- Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 7,7 mió. kr. samanborið við sama tíðarskeið í fjør og eru nú 70,1 mió. kr.

- Skaðaútreiðslurnar vóru 37,9 mió. kr. í fyrra hálvári 2018 samanborið við 29,5 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

- Endurgjaldsburturleggingarnar fyri egna rokning vóru 44,1 mió. kr. samanborið við 37,1 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.


- Bruttoskaðaprosentparturin var 68,1% samanborið við 66,4% sama tíðarskeið í fjør