Trygdin er ílagi - tá ið koyrt verður eftir umstøðunum

– Einki verður gjørt við hann í ár

Landsverk metir at trygdin á vegnum ímillum Skopun og Sand er í lagi, tá ið bilførarar koyra eftir umstøðunum.  Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og í samferðslumálum. Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvat ætlanin er at gera við vegin ímillum Skopun og Sand.

 

– Vegurin millum Skopun og Sand er í so vánaligum standi á summum vegateinum, at bilførarar aftrar seg við at koyra á vegnum, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann sigur, at bilførarar hava ampa av at koyra á vegnum, og koyritrygdin er hareftir.

 

Hann vísir á, at , at landsstýrismaðurin hevur áður upplýst, at ein partur av vegastrekkinum skuldi asfalterast í ár, men enn er einki hent.

 

Jørgen Niclasen sigur, at vegurin ímillum Skopun og Sand er tvíbreytaður, og hóskar væl til ferðsluna, sum er á honum.

 

Eitt vegastrekkið upp á 500 metrar, treingir til at vera asfalterað og tað liggur frammaliga at gera tað, sigur landsstýrismaðurin. Hann sigur, at eftir ætlan verður eitt slitlag lagt á hetta strekkið næsta ár.

 

– Landsverk metir at trygdin á vegnum millum Skopun og Sand er í lagi, um bilførarar koyra eftir umstøðunum, sigur Jørgen Niclasen, men hann leggur afturat, at Landsverk fylgir gongdini.