Trygdin ikki nóg góð

Ferjulegan á Syðradali varð tikin í nýtslu fyri skjótt trimum árum síðani, men hon er kortini ongatíð gjørd liðug. – Hetta gongur út yvir trygdina, sigur Bjørn Kalsø, løgtingsmaður úr Kalsoynni.

Kalsoy: - Eingin ivi er um, at samferðsluhavnin á Syðradali hevur verið eitt sera stórt framstig fyri fólkið í oynni.

- Men fylgjurnar av at havnin ongatíð varð gjørd liðug, hava verið óhepnar, slær Bjørn Kalsø fast.

Fyrr í mánaðinum setti hann fram ein munnligan fyri spurning til Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinnu í samferðslumálum.

Í hesum spurningi eftirlýsir hann eini ætlan um at gera hesa havnina lidna, og ikki minst hvat ein slík ætlan man fara at kosta.

- Tá landið ger íløgur, er umráðandi at tær verða gjørdar lidnar. Hetta eigur eisini at vera galdandi, tá íløgur verða gjørdar í útjaðaranum, vísir tingmaðurin á.

Í dag røkir strandfaraskipið Sam siglingina millum Syðradal og Klaksvík. Hann kann taka 115 ferðafólk og 17 bilar.


Óreglulig sigling

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Bjørn á, at tingið samtykti í februar 2003 at byggja hesa samferðsluhavnina á Syðradali. Kostnaðurin varð mettur til 21 mió krónur.

Upprunaliga var ætlanin, at norðara atløgusíðan skuldi verða tíggju metrar longri. Ein stuttur pierur skuldi byggjast beint sunnanvert atløgulemmin, til tess at halda skipinum við í nógvum høgættarvindi.

- Ætlanin var eisini at stoypa ein avrundaðan pier, klæddan við fendarum uppí gomlu atløgubryggjuna. Hesin pierur var ætlaður til ferjuna at fella av á í nógvum vindi, vísir Bjørn á.

Men tá samferðsluhavnin varð tikin í nýtslu vísti tað seg tó, at nevnda atløgusíða og pierar vóru spard burtur.

Tá samanum kom, vóru tillagingar gjørdar, tí mett varð ikki at tær 21. mió. kr. fóru at vera nóg høg játtan til samlaðu verkætlanina.

- Sjálvt um samferðsluhavnin hevur verið eitt sera stórt framstig fyri Kalsoynna, hava fylgjurnar av nevndu sparingum verið óhepnar.

- Trygdin er verri, og siglingin er ikki so reglulig, sum hon átti at verið í vindi og illveðri, vísir tingmaðurin úr Sambandsflokkinum á.




Ikki liðug enn á sinni

- Samferðsluhavnin á Kalsoynni varð ikki gjørd liðug, tí eyka grót mátti fáast til vega, millum annað úr Hústoft í Eysturoy, vísti Bjørt Samuelsen á, tá hon svaraði fyrispurninginum.

Á tingfundinum upplýsti hon, at í samferðsluætlanini frá 2007 er einki nevnt um at neyðugt er at gera hesa samferðsluhavnina lidna.

Á hennara borði lá heldur eingin ætlan í dag um at nakra útbygging, men hinvegin vísti hon á ætlanina um at útvega kalsoyingum eina nýggja ferju at røkja farleiðina til Klaksvíkar.

Her er talan um eina ferju til 100 til 150 ferðandi og sum eftir ætlan fer at kosta um 15 mió krónur.

Í ætlanini verður skotið upp, at henda ferjan skal verða liðug í 2010, men landsstýriskvinnan kundi kortini ikki lova kalsoyingum nakað enn.

- Vit arbeiða í løtuni við fíggjarlógini, og tí fái eg einki sagt um hetta málið beint nú, segði Bjørt Samuelsen.




Ternan fyri Sam

Týsdagin 1. apríl fer Sam á sleipistøð í Vági. Arbeiðið fer at taka umleið 2-3 vikur, upplýsir Strandferðslan. Meðan Sam er á sleipistøð, fer Ternan at røkja siglingina hjá Sam.