Tryggari hjá skúlabørnum í Norðstreymoy

Tey hava kært seg um trygdina – og tað hevur hjálpt

Nú verður tryggari hjá børnum og vaksnum Stykkinum, á Leynum, og í Kvívík. Tað er greitt, nú fíggjarlógin fyri næsta ár er samtykt.

 

Hetta er eitt strekki á landsvegi, har nógv fólk ferðast dagliga, eisini skúlabørn, bæði til gongu, og á súkklu. Tí heittu bæði Kvívíkar Kommuna, og Ráðið fyri Ferðslutrygd, staðiliga á myndugleikarnar um at fáa viðurskiftini í rættlag.

 

Landsverk hevur mett, at tað kostar góðar sjey milliónir at fáa viðurskiftini í rættlag. Nakað av arbeiðnum er gjørt, men kommunan heitti á Løgtingið um at játta einar 4,5 millión afturat, so at arbeiðið kann gerast liðugt.

 

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur víst á, at ímillum Stykkið, og frákoyringina oman til Kvívíkar, eru hvørki gongubreyt, ella gøtuljós – og oman til Kvívíkar er heldur eingin gongubreyt.

 

- Sostatt noyðast skúlabørn at ferðast eftir einum myrkum landsvegi í, og úr skúla, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

 

Tey vísa eisini á, at har er nógvir bilar á strekkinum, og teir koyra skjótt, so tað er sera hættisligt hjá børnum at fara tvørtur um vegin.

 

Og áheitarnirnar hava hjálpt, tí nú fíggjarlógin er samtykt, eru tríggjar milliónir játtaðar til skúlaleiðina ímillum Stykkið og Kvívík.