Útskifting í nevndini í Vága Floghavn

Jóhannes Egholm Hansen og Dávur Reinert Hansen eru nýggir limir í nevndini í Vága Floghavn Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna við vinnumálum, hevur valt at koyra tveir nevndarlimir úr nevndini í Vága Floghavn, og tveir nýggir nevndarlimir eru samstundis valdir. Hetta hendi á eykaaðalfundi, sum var í gjár.

Andras Róin, ið er næstformaður, og Árni Arge eru báðir koyrdir úr nevndini eftir boðum frá Vinnumálaráðnum, sum er einasti eigari í partafelagnum Vága Floghavn.

Nýggir limir í nevndini eru Jóhannes Egholm Hansen og Dávur Reinert Hansen. Jóhannes Egholm Hansen er advokatur, og hann starvast í altjóða fyritøkuni FL Smidt í Danmark. Dávur Reinert Hansen er verkfrøðingur, fyrrverandi stjóri í báðum undirsjóvartunlunum í Føroyum, og í dag stjóri í privata, partafelagnum Skálafjarðartunnilin.

Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinnan við vinnumálum, sigur, at hon hevði tveir persónar, sum høvdu nakrar førleikar, sum hon fegin vildi hava inn í nevndina. Tí valdi hon at skifta tveir av limunum í nevndini út.

- Eg metti, at nevndin manglaði teir eginleikarnar, sum hasir báðir persónarnir hava, sigur Bjørt Samuelsen og vísir á, at Jóhannes Egholm Hansen er varastjóri í einari altjóða fyritøku, meðan Dávur Reinert Hansen hevur staðið fyri stóru tunnilsverkætlanunum.

- Tá nýggj fólk skulu inn í nevndina, so má onkur víkja. Valið fall á Andrass Róin og Árna Arge, sigur Bjørt Samuelsen.

Landsstýriskvinnan í vinnumálum vísir í sama viðfangi á, at Andras Róin er stjóri í Smyril Line, har hann hevur til uppgávu at flyta fólk til og úr Føroyum sjóvegis.