Útstykkja nýggj grundstykki

Sands kommuna arbeiðir við nýggjum útstykkingum, nú byggiøkini, sum kommunan ræður yvir, ganga undan.

Sands kommuna arbeiðir við nýggjum útstykkingum, nú byggiøkini, sum kommunan ræður yvir, ganga undan. Í Sandarbrekkuni eru øll grundstykkini seld, og Uppi í Nesi liggja kanska eini fýra óbygd.

 

Brandur Sandoy sigur, at tekningar júst eru gjørdar av nýggjari útstykking uppi á Vatnsryggi, og hetta er vestur eftir í framhaldi av verandi býlingi har. Hetta er jørð, sum kommunan eigur. Á bygdaráðsfundi herfyri samtykti kommunan at útstykkja sjey grundstykki, sum væntandi verða tøk seinni í ár.

 

Borgarstjórin vísir á, at tað verður bygdaráðið, sum kemur at taka støðu til, hvussu Sandsbygd kemur at veksa, og hvønn veg verður farið við framtíðar útstykkingum. Hann sigur, at tað eru Vatnsryggur og Uppi í Nesi, sum liggja fremst fyri.

 

- Uppi í Nesi er gott byggilendi bæði norður eftir og suðureftir. Væntandi er, at bygdin eisini kemur at veksa norður av Vatnsryggi, men henda jørðin er ikki ogn hjá kommununi.

 

Umframt nevndu byggiøki, liggja eisini fleiri stykki inn millum hús, sum privatfólk eiga. Onkur eru løgd út sum grundstykki. Annað er vanlig jørð, har til ber at matrikulera grundstykki burturúr. Kommunan merkir ein øktan eftirspurning eftir grundstykkjum í kommununi. Tað eru fleiri, ið spyrja seg fyri.

 

Brandur Sandoy sigur, at nú Sandoyartunnilin nærkast við risafetum, fer Sands kommuna eisini at arbeiða við einari størri útstykkingarætlan.

 

- Vit hava bundið okkum til at taka ímóti 50.000 rúmmetrum av gróttilfari frá byggingini av Sandoyartunlinum, og hetta fer eisini at geva okkum eitt gott høvi at byggja neyðugar vegir og planera grundstykki í einari størri útstykkingarætlan, sum Sands kommuna fer at taka støðu til, tá tann tíðin kemur, sigur borgarstjórin.