Tjóðveldi fær fýra landsstýrisfólk, Jóannes Eidesgaard heldur fram sum løgmaður og fær
tvey landsstýrisfólk afturat, og Miðflokkurin setir seg á fíggjarmálaráðið Tað er nú váttað sum vit gittu longu í morgun, at tað verða átta fólk í
nýggja landsstýrinum.
Á tíðindafundi beint nú, avdúkaði Jóannes Eidesgaard, at hann heldur fram
sum løgmaður og harafturat fær Javnaðarflokkin landsstýrismannin í almanna-
og heilsumálum og ein landsstýrismann í lógarmálum.
Tað heilt nýggja er, at vit fáa eitt nýtt ráð, eitt uttanríkisráð, sum skal umsita uttanríkismál.
Harumframt skal fiskimálaráðið broytast til eitt fiskivinnu- og tilfeingisráð, og tað merkir, at tað skal eisini umfara onnur tilfeingismál enn fiskivinnuna.
Annars fáa vit eitt vinnumálaráð, sum verður umskipa við tað, at øll tilfeingismál eru løgd undir Fiskimála- og tilfeingisráðið, eitt almanna- og heilsmumálaráð og eitt lógmálaráð, sum skal standa fyri lóggávu arbeiðnum hjá landsstýrinum.
Annars skal Tjóðveldi umsita Fiskivinnu- og tilfeingismál, uttanríkismál,
vinnumál og mentamál.
At enda fær Miðflokkurin landssstýrismann í fíggjarmálum.