Tað eru nú í alt 80 fólk í Føroyum, sum hava fingið staðfest korona-smittuna. Hetta byggir á tilsamans 1641 kanningarúrslit.
Tað upplýsir landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Hetta merkir, at tilburðirnir seinasta samdøgnið eru átta fleiri enn við seinastu uppteljing í gjár, tá talið var 72.
Nú eru 1641 fólk kannaði fyri korona-smittu. Av teimum 80, sum eru staðfest positiv, er eingin higartil innlagdur - og tvey eru vorðin frísk aftur.
##med2##