Ættleiðingarfelagið heitir á myndugleikarnar at hækka stuðulin til ættleiðing, tí tað er vorðið ein fíggjarlig byra at ættleiða børn. - Verður hesin møguleikin at gerast foreldur tikin frá teimum sum eru veikast fyri fíggjarliga í samfelagnum, verður ein nýggj samfelagsstatt skapt, sum ikki einans er veikast fyri fíggjarliga, men sum eisini vegna fíggjarlig kor er dømd at liva uttan børn, sigur Ættleiðingarfelagið
Felagið vísir á, at tann fíggjarliga byrðan í samband við ættleiðing er økt munandi tey seinastu árini, og at er tað ómøguligt at gjøgnumføra eina altjóða ættleiðing fyri minni enn 100.000 krónur.
Nú ber til at fáa 50.000 krónur í stuðuli. Peningurin verður játtaður av fíggjarlógini sambært løgtingslóg. Felagið heldur, at talan er um smáar upphæddir. Síðani 2003 hava millum sjey og 11 foreldur fingið stuðul, og tað mesta almennu Føroyar hava latið í stuðul til ættleiðing var í 2005, tá 550.000 vóru latnar. Ein lítil upphædd í mun til tann ómetaliga stóra týdningin hetta hevur, bæði fyri familju og samfelag, heldur felagið.
- Tað er ymiskt, hvussu fólk eru fyri fíggjarliga. Hjá summum ber til at fíggja ættleiðing yvir raksturin ella uppsparing, onnur fáa hjálp frá familju og fleiri mugu seta sítt álit á góðar bankar. Verður játtanin ikki hækkað, kann tað koma hartil, at tey sum eru veikast fyri fíggjarliga og ikki kunnu útvega sær fíggjarligan stuðul, ikki fáa møguleikan at ættleiða. Verður hesin møguleikin at gerast foreldur tikin frá teimum sum eru veikast fyri fíggjarliga í samfelagnum, verður ein nýggj samfelagsstatt skapt, sum ikki einans er veikast fyri fíggjarliga, men sum eisini vegna fíggjarlig kor er dømd at liva uttan børn. Hetta hevur tað góða vælferðarsamfelagið ikki ráð til, vísir Ættleiðingarfelagið á.
Tí heitir á landsstýrismannin um at leggja fram uppskot um at hækka upphæddina við 50.000 krónum og harvið tryggja øllum betri møguleika at ættleiða.
Hvønn flokk fert tú at velja á fólkatingsvalinum 13. november?? KLIKK HER!!<a>