Seinnapartin í dag verður eitt øðrvísi tiltak á Sandi - ella í Nesi 15 á Sandi. Her verður nevniliga tað, tey rópa loppusøla til frama fyri gransking í diabetes.
- Grunnurin eftir Annu og Kaj Nolsøe til frama fyri gransking í sukursjúku hevur latið eini sethús til frama fyri gransking í diabetes, og alt innbúgvið í húsunum skal seljast.
Tey, sum skipa fyri, vísa á, at við at keypa, stuðla fólk einum góðum endamáli, samstundis sum tú kanst gera eitt gott keyp.
- Her er nógv gott at finna, bæði til heimið, summarhúsið og samlaran - stórir og smáir møblar, borðbúnaður, glas, køkslutir, lampur og prýðislutir.
Í húsunum eru bøkur, myndir, amboð, havaútgerð og nógv annað, sum fólk kunnu keypa.
Lagt verður aftrat, at loppusølan verður seinnapartin í dag - frá klokkan 14 til 18.
- Alt skal út. Først til mølle. Hjálpið okkum at geva lutunum eitt nýtt lív, siga fyrireikararnir av loppusøluni, sum verður í Nesi 15 á Sandi seinnapartin í dag.
##med2##











