Skulu barnagarðar, sjúkrahús og skúlar lúka krøvini í einum framkomnum samfelag, er neyðugt at hava tunlar, vegir og aðrar farleiðir.
Tunlarnir norður um fjall vóru niðurslitnir fyri minst 15 árum síðani.
Fyri nøkrum árum síðani varð ein langtíðar raðfesting gjørd fyri samferðslukervið harímillum tunlar á Borðoynni.
At henda raðfesting skal útsetast og harumframt setast upp ímóti ellisheimum, barnagørðum, sjúkrahúsum og sambýlum er ikki rætt.
Tað er ikki sjálvsagt, at tað er antin tunlar ella okkurt av omanfyri nevndu, sum skulu setast upp ímóti hvørjum øðrum.
Tunlar og samferðslukervið yvirhøvur er eins umráðandi sum røktar- og ansingarstovnar og skúlar.
Norðan fyri fjall búgva um 1000 fólk, og fólkatalið er støðugt vaksandi. Flestu teirra mugu av bygdini fyri at vinna sær pening til dagsins uppihald og fyri at nema sær útbúgving. Fyri at gera ørindi, so sum at fara til lækna, tannlækna, banka og flest onnur ørindi, má koyrast ígjøgnum tunlarnar.
Norðan fyri fjall eru 89 børn undir skúlaaldur, 102 børn í aldrinum 7 - 13 ár og 46 børn í aldrinum 14 - 16 ár.
Hvønn skúladag skulu tey 14 -16 ára gomlu til Klaksvíkar í skúla. Hesin skúli er fyri tað fyrsta lógarkravdur og harafturat neyðugur í nútíðarsamfelagnum.
Eisini skulu ung á miðnámi somu farleið.
Tunlarnir norður um fjall lúka ikki nútímans krøv um trygd, og tað, sum landsverk hevur á heimasíðu síni HYPERLINK "http://www.landsverk.fo/dokumentir/tunnilstrygd.pdf" www.landsverk.fo/dokumentir/tunnilstrygd.pdf, vísir, at eingin trygdarútgerð yvirhøvur er í tunlunum.
Sambært Landsverk koyra umleið 1200 bilar dagliga gjøgnum tunlarnar norður um fjall. Til samanberingar koyra knapt 1600 bilar dagliga gjøgnum Vágatunnilin. Kundi mann hugsað sær ein einsporaðan, myrkan Vágatunnil við ongari trygdarútgerð?
Tunlarnir eru eisini avmarkandi fyri vinnu- og virkismøguleikar norðanfyri. Stórir bilar og maskinur sleppa ikki ígjøgnum tunlarnar og heldur ikki stórir bussar við turistum.
Hendir ein álvarsom vanlukka í tunlunum, kann tað verða rættiliga trupult og enntá ómøguligt hjá hjálparfólki at koma til staðið.
Møguleiki fyri álvarsomum óhappi í tunlunum er ein veruleiki, sum landsins myndugleikar eiga at vita av og síggja í eyguni.