Tunnilin stongdur í nátt

Orsakað av eldsbrunanum í Norðskálatunlinum verður eingin koyring gjøgnum hann í nátt. Landsverk boðar frá, at ikki fyrrenn í kl. 7 í morgin tíðliga verður kunngjørt nærri í útvarpinum um, hvussu vorðið verður við koyringini.

Sløkkilið hava annars fyrr í kvøld sløkt eldin við skúmi, men seinast vit frættu var nógvur roykur í tunlinum.

Heimasíðan hjá Lansverki boðar frá, at ein fyrr í kvøld skipaði so fyri, at ferðslan slapp eftir vegnum um Eiðissskarð einvegis, soleiðis at koyrandi varð hálvan tíma hvønn vegin.

Henda skipanin var kortini bert galdandi fyri vanligar bilar.