Turkaland er stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum

15 altjóða veddingarfyritøkur hava ikki stóra tiltrúgv til føroyska landsliðið

Turkaland vann 4-0 á Føroyum á heimavølli

Í kvøld klokkan 19.45 spælir føroyska fótbóltslandsliðið seinasta dystin í Nations League kappingini hesaferð.

 

Dysturin verður móti Turkalandi, ið longu hevur vunnið okkara bólk. Turkaland vann 4-0 á Føroyum á heimavølli. 

 

FM1 sendir beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 18. Reportari verður Petur Asbjørn Lervig. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum. Jens Martin Knudsen verður viðmerkjari. 

 

Turkaland er stórur favorittur hjá 15 altjóða veddingarfyritøkum.

 

Oddsini uppá turkiskan útisigur á Tórsvølli í kvøld liggja millum 1,29 og 1,37.

 

Oddsini uppá føroyskan heimasigur liggja millum 8,50 og 10,98.

 

Oddsini uppá javnleik liggja millum 5,20 og 5,75.

 

Her eru oddsini: 

 

##med2##

 

Turkaland vann 4-0 á Føroyum á heimavølli