Turkaland flongt á Tórsvølli

Við besta úrslitinum og avrikinum, síðani Håkan Ericson varð venjari, framdu føroyingar í kvøld satt bragd á Tórsvølli

Hvør hevði roknað við tí? Ein illveðursdagur, tá Turkaland við 85,4 milliónum aftanfyri seg vitjaði á Tórsvølli, varð ein av teimum heilt stóru og glæsiligu í altjóða fótbólti hjá okkum 54 túsund.

 

Ukrainski dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð á Tórsvølli, og føroyingar og Føroyar eru í luftini í vindinum, sum nú vaks heilt nógv.

 

Máltalvan sigur, og tað fer kring allan fótbóltsheimin, at Føroyar hava vunnið 2-1 ímóti Turkalandi. Hetta er eitt av størstu og bestu úrslitunum hjá føroyska landsliðnum yvirhøvur og tað besta síðani 2014 og 2015, tá ið Føroyar vunnu ávikavíst 1-0 á útivølli og 2-1 á heimavølli ímóti Grikkalandi. 

 

Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, og tá ið heimaliðið í fyrra hálvleiki hevði fríska lotið undan, kundi hugsast, at tað lá í kortunum, at gestirnir eftir steðgin fóru at vera omaná og vinna.

 

Frá fyrsta bríksli kendist, at føroysku spælararnir vórðu tendraðir í hesum síðsta dystinum í hesi Nations League kappingini. Verjuparturin var frá Teiti Matras Gestsson í málinum og umvegis óføru miðverjarnar Gunnar Vatnhamar og Heina Vatnsdal og fram til Jóan Símun Edmundsson, sum var fremsti maður, sum bergið, og Jóan Símun arbeiddi bæði í álopi og ikki minni í verju sum ein hestur, inntil hann í 72. minutti fór skaddur av vøllinum og varð avloystur av føroyska toppskjúttanum Klæminti A. Olsen .

 

Seks minuttir eftir steðgin varð tað heilt hugaligt, tá ið liðformaðurin Viljormur Davidsen í sínum 62. landsdysti skoraði. Tað gjørdi hann av brotsteigarmarkinum og eftir fínt álop í høgru, har aftur í kvøld sera væl upplagdi Jóannes Bjartalíð og Gilli Rólantsson vóru kreatørar, og har Sølvi Vatnhamar – sum ikki einaferð – streyk eftir baklinjuni og legði útfrá. Viljormur Davidsen takkaði fyri og var fyri fjórðu ferð málskjútti á landsliðnum.

 

Føroysku spælararnir vóru í luftini, samstundis sum teir hildu beinini á jørðini og høvdið kalt. Turkararnir vóru skelkaðir og átta minuttir seinni vórðu teir slignir heilt í gólvið, tá ið Føroyar øktu til 2-0. Nýggi stórspælarin á sentrala miðvøllinum, sum altíð hugsar um javnvágina, Jákup B. Andreasen, sum hóskvøldið skoraði í Litava, átti uppleggið, og Jóan Símun Edmundsson krýndi kanska besta avrikið á landsliðnum nakrantíð, tá ið hann sendi bóltin í málið, og so var 2-0, og Jóan Símun Edmunsson hevur skorað átta mál á landsliðnum. Hann hevur lagt seg undir liðina á Una Arge, og er eitt mál aftanfyri Toda Jónsson, sum skoraði fyri fyrstu ferð á landsliðnum í 1991, tá ið hann legði Føroyar á odda ímóti júst Turkalandi.

 

Ta ferðina, tá ið Sepp Piontek var venjari hjá Turkalandi, endaði tað 1-1. Í kvøld endaði tað 2-1 til Føroyar, og síðstu løtuna varð tað mest sum  ov spennandi, eftir at gestirnir høvdu minkað um munin til 2-1. Mads Bo Mikkelsen avrikaði framúr, tá ið hann avloysti væl upplagda liðfelaga sín í KÍ René Shai Joenssen, Meinhard E. Olsen var aftur í kvøld sera væl fyri, Gilli Rólantsson spældi so væl, sum vit vita, at hann eigur at megna, og tá ið nú allir eru nevndir, so er skjótt at staðfesta, at talan var um liðavrik av teimum heilt góðu.

 

At Teitur Matras Gestsson í málinum hevði minni at gera, enn føroyskir málverjar plaga at hava, ber boð um, hvat talan var fyri avrik.

 

Í kvøld settu allir føroysku spælararnir eitt framúr sannførandi punktum fyri hesi Nations League kappingini. Hetta er besta úrslitið, síðani Håkan Ericson, varð venjari, og avrikið og úrslitið benda á, at tað verður heilt spennandi, tá ið venjingardystir vera á skránni í november, og tá ið tað eftir ársskiftið verður farið undir nýggja EM undankapping.

 

Hvørji mótstøðuliðini tá fara at verða, verður greitt í lutakasti í næsta mánað.

 

Í vindinum og regninum trivust turkisku spælararnir ikki so væl. At teir høvdu vunnið bólkin taldi ikki upp hjá teimum, og at veðrið var, sum tað var, og at Føroyar løgdu seg á odda, var eisini orsøk til, at teir fóru niður við høvdinum. Men tað tekur einki frá okkara óføru monnum, sum lyftir av framúr Skansanum og alla tíðina á tamb væl uppløgdu áskoðarafjøldini bóru okkum til sigur. Føroyar – Turkaland 2-1. Tað er eitt satt fótbóltsbragd og kann sammetast við, tá ið Føroyar í 2015 vunnu 2-1 á heimavølli    ímóti Grikkalandi – grannunum hjá Turkalandi.

 

 

 

Føroyar – Turkaland 2-1 (0-0)

 

1-0: Viljormur Davidsen 51.

 

2-0: Jóan Símun Edmundsson 59.

 

2-1: Serdar Gürler 89.

 

Dómarabólkur úr Ukraina: Serhiy Boiko, Dmytro Zaporozhenko, Sergii Prystupa og Anatoliy Abdula (4. dómari)

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, Sølvi Vatnhamar, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen (Mads Bo Mikkelsen, 57.), Meinhard E. Olsen (Patrik Johannesen, 94.) – Jóan Símun Edmundsson (Klæmint A. Olsen, 72.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Gunnar Nielsen, Mattias H. Lamhauge, Sonni Ragnar Nattestad, Daniel Johansen, Andrass Johansen, Hørður H. Askham, Heðin Hansen, Hannes Agnarsson, Pætur J. Petersen

 

Gult kort: René Shaki Joensen, Teitur Matras Gestsson

 

Venjari: Håkan Ericson

 

Hjálparvenjari: Eli Hentze