Turkaland sett fimm krøv fyri at góðtaka Svøríki í Nato

Svøríki skal »steðga politiska stuðlinum til yvirgang«, um landið skal gerast limur í Nato. Tað sigur Turkaland.

 

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, hóttir við at forða umsóknini hjá Svøríki um Natolimaskap. - Foto: Turkey''s Presidential Press Offi/Reuters

##med2##

 

Turkaland hevur sett fram ein lista við fimm krøvum, sum skulu lúkast, um landið skal góðtaka Svøríki sum lim í verjusamgonguni Nato.

Tað sæst í einum tíðindaskrivi frá turkiska forsetaskrivstovuni. Skrivstovan hevur eisini tweeta fleiri av krøvunum á ymsum málum.

– Land okkara er fyri at halda dyrnar til Nato opnar, men heldur samstundis, at limir í samgonguni eins og tey, ið ætla sær at gerast limir, skulu samstarva á hægsta stigi um at stríðast ímóti yvirgangi, stendur í skrivinum.

Turkisku krøvini snúgva seg í stóran mun um viðurskiftini hjá Svøríki til Kurdiska Arbeiðaraflokkin PKK og flokkin PYD. Turkaland endurtekur krav um, at Svøríki skal lata Turkalandi fleiri persónar, sum hoyra til flokkarnar.

Krøvini eru savnað undir fimm yvirskriftum. Tey eru soljóðandi:

– Steðga politiska stuðlinum av yvirgangi.

– Steðga við at stuðla yvirgangi fíggjarliga.

– Steðga við at lata PKK og PYD vápn.

– Takið burtur handilstiltøk ímóti Turkalandi.

– Setið í verk altjóða samstarv ímóti yvirgangi.

Punktið um at slaka í handilstiltøkum ímóti Turkalandi sipar til, at Svøríki síðani 2019 hevur steðga sølu av vápnum til Turkalands.

Svøríki og Finnland søktu formliga um Nato-limaskap síðsta mikudag.

Stutt eftir segði forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan, at hann »vildi ikki siga ja« til at lata tey bæði londini gerast limir í verjusamgonguni.

Peter Viggo Jakobsen, sum er lektari á danska Verjuakademinum, er einki óvæntað á listanum. Tað er fyri tað mesta talan um eina ítøkiliga greining av teimum krøvum, sum Turkaland longu hevur sagt seg hava.

Tað krevst eitt ja frá øllum 30 natolondunum, um Svøríki og Finnland skulu gerast limir. Tí kann støðan hjá Turkalandi leggja fót fyri ætlanunum.

Peter Viggo Jakobsen metir tó ikki, at tað verður so.

– Tað er trupult at vera einasta land, ið setir seg ímóti, meðan øll hini vilja hava tey sum limir, sigur hann.

– Eg kann ikki ímynda mær, at Finnland og Svøríki ikki gerast limir í Nato. Tað eru tey de facto longu.

Hann vísir til millum annað, at USA hevur givið tilsøgn um at veita londunum trygd, og at svenska og finska verjan eru til reiðar at samstarva við verjuna hjá Nato-londunum.

Tað er kríggið hjá Russlandi í Ukraina, sum hevur ført til Nato-umsóknirnar.

Nato hevur ein stóran leiklut í sambandi við kríggið.

Russland hevur kravt trygd fyri, at Ukraina ongantíð verður limur í verjusamgonguni. Tað kravið hevur Nato sýtt fyri at ganga á møti. Sambært russarum fer at at hótta landsins trygd, um Ukraina verður limur í verjusamgonguni.

Nógv Nato-lond ahva stuðlað Ukraina við hernaðarligu útgerð, eftir at Russland gjørdi innrás í landið. Kortini eru natoherfólk ikki send til Ukraina, tí Ukraina er ikki partur av verjusamgonguni.

 

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Peter Viggo Jakobsen.

 

/ritzau/

 

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, hóttir við at forða umsóknini hjá Svøríki um Natolimaskap. - Foto: Turkey''s Presidential Press Offi/Reuters