Tjóðartingið í Turkalandi samtykti á afturlatnum fundi í dag at loyva stjórnini at senda hermenn inn um markið við Sýrialand, um tað verður mett neyðugt.
Tað var stjórnin, sum bað um heimildina, og hon fekk stóra undirtøku í tinginum. 320 tinglimir atkvøddu fyri og 129 ímóti.
Avgerðin er ein beinleiðis avleiðing av hendingini í gjár, tá nakrar granatir úr Sýrialandi raktu turksiku bygdina Akcakele, har tvær kvinnur og trý børn lótu lív.
Turkiski herurin hevur skotið eftir fleiri hernaðarligum málum í Sýrialandi í dag, og hetta er fyrstu ferð, at turkar hava skotið yvir um markið, síðani ófriðurin í Sýrialandi byrjaði fyri hálvum øðrum ári síðani.
Sýrialand bað í dag Turkaland um umbering fyri hendingina í Akcakele í gjár.