Um middagsleitið í gjár handaði Mest Bakkafrosti ta fyrru, av teimum báðum tvíkiljunum, sum skipasmiðjan skal gera fyri alifyritøkuna.
Fyrra tvíkiljan, Miðvík, hevur fingið heimstað í Klaksvík og skal arbeiða í Norðoyggjum, fyrst og fremst út frá Norðdepli. Tvíkiljan er 15,34 metrar long og 8 metrar breið.
Alt arbeiðið við tvíkiljuni er gjørt í Føroyum og Mest sigur, at tvíkiljurnar eru gjørdar til at hóska væl til føroyska veðurlagið.
Tað var í mai í fjør, at sáttmáli varð undirskrivaður millum Bakkafrost og Mest um at føroyska skipasmiðjan skuldi veita Bakkafrosti tvær tvíkiljur, sum skuldu vera 15 ferðir 8 metrar til støddar. Í sáttmálanum stendur eisini, at møguleiki er fyri, at Mest skal veita tvær tvíkiljur afturat seinni, 14 ferðir 6 metrar til støddar.
Arbeiðið byrjaði í august og Miðvík varð flotað fyri tveimum vikum síðani. Hon hevur síðani ligið við Vestaru Bryggju í Havn, meðan ymiskt smáarbeiði er gjørt liðugt, eins og at krani og spæl eru sett í tvíkiljuna.
Motorarnir á Miðvík og systirtvíkiljuni eru tvær 450 hk motorar í hvørjari. Spælið togar 10 tons og dekkskranin røkkur 14 metrar, sambært tíðindaskrivið frá Mest, tá avtalan varð kunngjørd.
Arbeiðið við seinnu tvíkiljuni er komið væl áleiðis og skipasmiðjan segði, tá Miðvík varð flotað, at seinna tvíkiljan verður væntandi liðug síðst í hesum mánaðinum.
Ólavur Frederiksen hevur tikið myndirnar.