TV3 verður á JackWays

Væntandi verður sjónvarpsrásin, TV3, til staðar, tá føroysku áskoðararnir sunnudagin fara at hita upp til danska stórdystin

Flestum kunnugt hevur Todi Jónsson saman við øðrum fyri stuttum keypt nýtt dansistað í Keypmannahavn.
JackWays er navnið á nýggja staðnum, og hóast tað enn er nakað tíðliga at siga, hvørja undirtøku nýggja staðið fer at fáa, so benda tey trý fyrstu vikuskiftini á, at í øllum førum leygarkvøld verður nógv fólk at síggja.

Tey vitjandi verða helst ikki færri í tali, nú knappliga 100 føroyingar leggja leiðina til Keypmannahavnar at hyggja at stórdystinum millum FCK og Brøndby.
Hetta hava eigararnir av JackWays sjálvandi eisini hugsað um, og umframt at opið verður fríggja- og leygarkvøldið sum vant, so verður eisini opið sunnudagin um vikuskiftið.
Tríggjar tímar undan dystarbyrjan, altso klokkan 12.00, verða dyrnar á JackWays latnar upp, og eigararnir vóna, at hópur av áskoðarum fer at nýta hetta høvið, soleiðis at til ber at ?savna tropparnar? áðrenn leiðin gongur yvir móti Parkini.

TV3 verður við
Eigararnir av JackWays eru tó ikki teir einastu, sum rokna við, at fleiri av áskoðarunum fara at nýta hetta høvið. Danska sjónvarpsrásin, TV3, roknar eisini við nógvum fólki, og ætlandi fara teir at hava fólk á staðnum, soleiðis at hetta verður ein partur í marathon-sendingini hjá TV3 sunnudagin. Tá fara teir nevnliga at nýta mest sum allan dagin til stórdystin, sum eftir øllum at døma fer at gera av, hvørt tað verður FCK ella Brøndby, sum verður danskur meistari í ár.
Umframt at senda frá føroysku upphitingini sunnudagin, so er eisini møguleiki fyri, at TV3 fer at hava okkurt annað innslag frá JackWays. Fríggjakvøldið hava teir nevnliga í hyggju at gera eina samrøðu við Toda Jónsson inni á dansistaðnum, og er ætlanin so, at henda samrøðan eisini skal verða partur av sendingini sunnudagin, so tað er veruliga líkt til, at føroyingar sleppa at seta sín dám á alt tað, sum fyriferst kring toppdystin. So er bara eftir at vóna, at føroyingar eisini fara at seta dám á tað, sum fyriferst á grasinum í Parkini sunnudagin.