Tvær føroyingauppgerðir í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

HØJ og Ajax fingu eina góða byrjan uppá kappingina

Tvær føroyingauppgerðir vóru í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld. 

 

Rói Berg Hansen (myndin) skoraði tvey mál fyri HØJ, ið á heimavølli vann greiðan 33-23 sigur á Roskilde. Í steðginum var HØJ á odda 17-12.

 

Rógvi Dahl Christiansen, ið spældi við Fram í bestu íslendsku hondbóltsdeildini farna kappingarár skoraði trý mál fyri Roskilde.

 

Í Keypmannahavn var føroyingauppgerð millum Ajax og FIF. Ajax vann greitt 39-30. Í steðginum var Ajax á odda 20-11.

 

Leivur Mortensen skoraði tvey mál fyri Ajax. Brandur Halgirsson var ikki millum málskjúttarnar hjá Ajax hesaferð. Jónas G. Djurhuus, ið hevur spælt við Viking Stavanger undanfarnu kappingarárini gjørdist næstbesti málskjúttin hjá FIF við seks málum.

 

Leygardagin 10. september verður aftur føroyingauppgerð tá FIF tekur móti HØJ. 

 

Komandi fríggjakvøld spælir Ajax móti Rækker Møller á útivølli. Sama kvøld tekur Roskilde móti Otterup.