Tvær kvinnur brunnu inni á røktarheimi

Eldur í Plejecenter Farsøhthus í Danmark hevur kostað tveimum kvinnum lívið. Tríggjar aðrar kvinnur hava fingið skaða – ein teirra álvarsaman skaða

Ein ógvusligur eldur í Plejecenter Farsøhthus í Allingåbro á Djurslandi í Danmark í dag hevur kostað teimum kvinnum lívið.

 

Tríggjar aðrar kvinnur fingu skaða. Ein 95 ára gomul kvinna hevur fingið álvarasaman skaða og er flogin til Aarhus í tyrlu. Løgreglan veit ikki meira at siga um støðu hennara.

 

Harumframt er tvær kvinnur, 87 og 89 ára gamlar, fluttar á skaðastovu fyri roykeitran.

 

Tær deyðu kvinnurnar vóru báðar á kømrum sínum, tá eldur kom í.

 

Onnur er ein 91 ára gomul kvinna, og tey avvarðandi hava fingið boðini, meðan løgreglan enn roynir at fáa fatur á teimum avvarðandi hjá hinari kvinnuni.

 

Fyribils kanningar vísi, at eingin kriminel orsøk er til eldin.

 

/ritzau/