Tvær nýggjar etika-matstovur latnar upp

Síðani etika lat upp í 2009, hava føroyingar veruliga fingið smakk fyri góðum sushi. Áhugin er bara vaksin og vit eta sushi bæði til veitslur, fundir, útferðir og til miðmála ella nátturða ein púra vanligan gerandisdag.

Fyri at geva enn fleiri føroyingum møguleika at njóta sushi, eru nú tvær nýggjar etika-matstovur latnar upp. Etika á Høgabóli í Saltangará lat upp fyrst í august í ár, og etika við Á-handilin á Sundsvegnum lat upp í farnu viku.

Sama matskrá og somu tænastur á øllum matstovunum

Á øllum trimum etika-matstovunum kanst tú fáa tað sama. Tú kanst keypa lidnar sushiboksir úr kølidiskinum, sita inni og bíleggja úr matskránni, og tú kanst bíleggja út við. Tað eru júst somu vørur, tú kanst bíleggja, á øllum trimum matstovunum.

 

##med2##

 

Etika við Sundsvegin

– Vit eru sera fegin um, at vit nú hava latið triðju etika-matstovuna upp. Vit vænta, at etika við Sundsvegin fer at verða ein vælumtókt matstova – kanska serliga tá ið tað snýr seg um útvið-bíleggingar. Har eru sera góð parkeringsviðurskifti, og nógv fólk koyra á Sundsvegnum og keypa inn í Á-handlinum hvønn dag, sigur Halgerð Árnadóttir, leiðari í etika.

 

Í etika við Sundsvegin eru 16 sitipláss, og har er opið seks dagar um vikuna:

 

Týsdag – leygardag: 11.30 - 20.00

 

Sunnudag: 15.00 – 20.00

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##