Jógvan Jespersen harmast um tilfarið, Útvarpið leygarkvødlið 28. oktober sendi út í luftina í táttinum »Plettskot«, sum er komin í staðin fyri speisku viðmerkingarnar hjá Høgna Djurhuus seinastu vetrarnar.
Evnið í táttinum hetta kvøldið var ríkisrættarliga støðan, og nýtti Egi Dam, sum tá stóð fyri Plettskotinum, høvið til beinleiðis og óbeinleiðis at kalla Jóannes Eidesgaard fyri landasvíkjara.
Hetta vildi Jóannes Eidesgaard ikki hava sitandi á sær, og kærdi hann tí til útvarpsstjóran um sendingina og vísti á heilar níggju setningar, sum hann metti vera revsiverdar ærumeiðandi skuldsetingar.
Útvarpsstjórin tekur undir við skuldsetingunum og ásannar í brævi til Jóannes Eidesgaard, at eingin ivi skal vera um, at í táttinum verður orðið landasvik brúkt í fleiri førum í sambandi við støðutakanina hjá Javnaðarflokkinum og Jóannes Eidesgaard í málinum um framtíðarstøðu Føroya.
? Eingin ivi skal vera um, at hesin táttur ikki fylgir teimum reglum, sum galda fyri programmvirksemið hjá Útvarpinum, og hervið skal eg útvarpsins vegna geva tær eina umbering fyri, at tátturin er sendur, sigur Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, í brævi til Jóannes Eidesgaard.
Í kæruni kravdi Jóannes Eidesgaard, at útvarpið las upp eina umbering í tíðindasendingini seinasta mánakvøld, um hann ikki skuldi stevna útvarpsstjóranum fyri rættin. Hendan umbering varð lisin upp, og ger Jóannes Eidesgaard tí einki meira við málið.