Tveir føroyingar við til U18 EM í Jerusalem

Jónas G. Isaksen og Eiri J. Glerfoss hava báðir klára krøvini hjá danska landsliðnum, og vera við til U18 EM frælsum ítrótti í Jerusalem í døgunum 4. til 7. juni 2022

Mynd: (fif.fo)

Jónas G. Isaksen og Eiri J. Glerfoss hava báðir klára krøvini hjá danska landsliðnum, og vera við til U18 EM frælsum ítrótti í Jerusalem í døgunum 4. til 7. juni 2022. Føroyar kunnu ikki luttaka í kappingini sum tjóð.

 

- Miðvísa venjingin og luttøkan í altjóða kappingum sæst aftur í menningini hjá ungum føroyskum íðkarum. Vit hava við hesum á fyrsta sinni í frælsum ítrótti tveir íðkarar og ein venjara við til EM. Jógvan K. Glerfoss, sum dagliga venur teir í Bragdinum og á føroyska landsliðinum er við sum venjari í danska landsliðshópinum, skrivar heimasíðan hjá FÍF (Frælsur Ítróttur Føroya)

 

Til DM fyri ung innandura, sum var í Spar Nord Arena í Skive fyrst í mars í ár, gjørdu Jónas G. Isaksen og Eiri J. Glerfoss tað bragd, at loypa yvir sjey metrar í longdarlopi. Jónas leyp 7,04 metrar, og Eiri, 7,07 metrar. Bragdið í hesum stendur í, at teir við hesum klára kravið til U18 EM, verður sagt.

 

Seinni í mars mánaða vóru teir á venjingarlegu í Odense við danska U18 landsliðnum, sum liður í venjingini til EM.

 

- Útyvir hetta kann nevnast, at Jónas til Copenhagen Open í juni, eisini kláraði U18 EM kravið á 400 m, og tí sleppur hann eisini at renna tannn teinin í Jerusalem. Jónas rann 400 m uppá 49,67 sek., og er kravið at verða við til U18 EM 50,00 sek. Endaliga úttøkan var 24. juni, og vóru ongir aðrir í Danska kongaríkinum, ið tóku teir í lopi og 400 m. Bert tvey á hvørji grein eru við, so tað hevur verið spennandi at bíða eftir endaligu úttøkuni, skrivar FÍF.

 

Jónas G. Isaksen leggur fyri við at renna 400m fyrrapartin í dag. Eftir skránni leypa báðir longdarlop seinnapartin. Teir eru eisini báðir skrivaðir upp til 1.000 m stafettina, sum verður mikumorgunin 6. juli. Har er Jónas G. Isaksen fyrsti maður, og rennur 300 m. Eiri J. Glerfoss er við sum eykamaður. Væntandi á einum 100 m.

 

Mynd: (fif.fo)