Tveir nýggir menn eru í borðunum

René S. Joensen og Ári Mohr Jónsson eru millum teir fyrstu ellivu ímóti Eysturríki

Sølvi Vatnhamar er ikki nóg birgur at spæla í kvøld. Nýggjur í høgra borði er René S. Joensen.

Tveir spælarar, sum ikki plaga at vera millum teir fyrstu ellivu, eru í kvøld millum teir fyrstu ellivu, tá ið Føroyar klokkan 19.45 fara at spæla ímóti Eysturríki.

 

Sølvi Vatnhamar er ikki tøkur, og Meinhard E. Olsen er ikki tøkur. Nýggir menn eru René S. Joensen í høgru og Ári Mohr Olsen í vinstru.

 

Teitur Matras Gestsson er aftur í kvøld millum føroysku stólparnar. Harvið hevur Håkan Ericson aftur givið til kennar, at hann hevur skift málverja. Gunnar Nielsen og Mattias Heðinsson Lamhauge eru málverjar á beinkinum.

 

 

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – René S. Joensen, Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson, Ári Mohr Jónsson – Jóan Símun Edmundsson

 

Á beinkinum: Gunnar Nielsen, Mattias Heðinsson Lamhauge, Heini Vatnsdal, Hørður H. Askham, Jóannes K. Danielsen, Jóannes Bjartalíð, Tróndur Jensen, Hannes Agnarsson, Klæmint A. Olsen, John Frederiksen, Petur Knudsen

 

Sølvi Vatnhamar er ikki nóg birgur at spæla í kvøld. Nýggjur í høgra borði er René S. Joensen.