Tveir rundir dagar

3. desember varð Sunnvá 70 – hon er yngst í flokkinum hjá Biritu og Edvard Lindenskov - í Rættará.

Í teimum árunum undan krígnum var Havnin ein onnur, enn hon, vit kenna í dag. At bjarga sær til hus og heim var ikki bara sum at siga tað.

Pápin var kyndari/motorpassari á Meiarínum, traðarmaður, røkti sjógvin, seyðin, sum vanliga var partur í húsarhaldinum hjá havnarfólki.

Sunnvá var einasta í syskinaflokkinum, sum gekk í Nonnuskúla, skúlin lá so tætt upp at Rabarbukvarterinum, har tey búðu.

So skjótt skúlin var av – ja longu í skúlaárunum, var Sunnvá von at taka hond í heima og at ansa børnum. Í Havn vóru altíð mammur einsamallar og máttu arbeiða út fyri at forsyrgja barninum.

Og skjótt eftir at skúlin var farin aftur um, fór hon í H. N. Jacobsen Bókahandil.

Hennara lívsstarv uttan fyri heimið var Bókahandilin á Vaglinum, og heilt hevur hon ongantíð slept, hon vaskar í Bókahandlinum í ein vissan mun enn – er manga løtuna í heiminum í Vallalíð. Tey heita javnan á hana at taka eina hond í, tá trot er á fólki.

Í 50’unum mundi vera á fyrsta sinni, at skótalið Sigmunds Brestissonar roynir seg við kvinnuligum leiðarum. Vit minnast Áshild Midjord, Sunnvu, Bjørg Matras, Ingrid Sondum. Tær mundu byrja við Úlvaungunum, sum smæstu skótarnir vórðu róptir.

Tær mundu byrja á Bryggjubakka. Nýggja skótahúsið var tá kanska komið í ljósmála oman fyri brúnna við Sjónleikarhúsið.

Sunnvá var eisini í Róðrarfelagnum og í Ungmannadeildini, Losjuni.

Í 1957 fór hon á húsarhaldsskúla í Haslev, tær vóru 14 úr Føroyum, og halda tær enn saman og hittast við millumbilum. Allar búsettust í Føroyum.

Í 1961 giftust Sunnvá og Terje, tey festu búgv í Kjøpinhavn, Terje var stýrimaður við DFDS og búgva tey tá á Buddingevej í Søborg. Tey flyta heimaftur og seta búgv í Tórfinsgøtu í 1970, tey eiga børnini Rosa Birgithu, Kára og Sofus Edvard og í 1976 sá Hans Áki dagsins ljós.

Øll árini, Sunnvá starvaðist í Bókahandlinum, var hon trúgva hjálparfólkið hjá stjórafólkunum í Bókahandlinum, Hans og Kate Niclasen. Hann andaðist 75 ára gamal í 1969, og Kate á 91. ári 5. august í 1992.

70 ára føðingadagurin var nógv fólk í kaféteriuni í ítróttarhøllini á NABB.

Tað sermerkta var, at samstundis helt svágur hennara, Rólant, sum hevur búð í Íslandi síðani 1952, sín 80 ára føðingardag.

Rólant fylti 80 ár 1. desember. Konan og tvær døtur vóru komnar at halda dagin saman við Sunnvu.

Liðugur við realskúlan fer Rólant í læru í Sjóvinnubankanum, har var hann stutt, fer til sjós, um tað mundið hittast tey, íslendska stúlkan, sum er í læru hjá Jenny Rein, frisørdamuni á Áarvegnum.

Tey flyta til Reykjavíkar, og Rólant fer í læru sum jarnsmiður hjá verfaðir sínum. Og Rólant trívist framvegis í Íslandi, men vitjar rættiliga tíðan heim.

Vit ynskja føðingardagsbarninum hjartaliga tillukku við kempuárunum.