Tveir stjolnir bilar um vikuskiftið

Hin fyrri er komin afturíaftur í øllum góðum, men hin seinni er framvegis burtur.

 

Tveir bilar eru stjolnir um vikuskiftið, harav annar er komin afturíaftur í øllum góðum og í sama standi, sum tá hann varð stjolin.

 

Fyrra hendingin fór fram uttanfyri Ítróttarhøllina á Hálsi í Havn um 19.30-tíðina leygarkvøldið.

 

Hetta var ein bláur Opel Astra, árg. 2014 við nummarspjaldrinum GJ564.

 

- Hesin bilurin varð funnin í Hoyvík lutfalsliga stutt eftir, at hann varð eftirlýstur, sigur løgreglan.

 

Vaktleiðarin í Havn sigur, at bilurin, sum varð stjolin leygarkvøldið, er kannaður og er latin eigaranum aftur. 

 

Hann er í sama standi, sum hann var, tá hann varð stjolin.

 

Men, um vikuskiftið er ein bilur stjolin aftrat. Hetta hendi í gjár, og sambært vaktleiðaranum er hesin ikki komin afturíaftur enn. 

 

- Her er talan um ein svartan Citroen C3, árg. 2022, við nummarspjaldrinum EV365, sigur vaktleiðarin, ið heitir á fólk, sum síggja bilin, um at lata løgregluna frætta.