Tveir sviar dømdir til deyða í Irak

Tað var hin 9. januar í ár, at Mustafa Aljiburi, róptur "Benzema", varð skotin og dripin í irakiska høvuðsstaðnum, Bagdad.

Í dag veit svenska Aftonbladet at siga, at tveir svenskir menn eru dømdir til deyða í Irak.

 

- Tríggir sviar hava sitið varðhaldsfongslaðir í Irak. Teir eru undir illgruna fyri at hava dripið ein bandalim.

 

Tað var hin 9. januar í ár, at Mustafa Aljiburi, róptur "Benzema", varð skotin og dripin í irakiska høvuðsstaðnum, Bagdad.

 

Nú eru tveir av teimum, sum sita varðhaldsfongslaðir, dømdir til deyða, og hin triði er dømdur trý ára fongsul.

 

Aftonbladet veit at siga, at svenska løgreglan hevur einki innlit fingið í kanningararbeiðið í málinum.