Tveir vinstrabeintir millum áskoðararnar

Tað eru tjúgu spælarar í føroyska ferðalagnum í Italia. Ellivu gera seg í løtuni klárar at fara á vøllin, og á beinkinum er pláss fyri sjey spælarum ella rættari, so siga ásetingarnar, at tað ikki skulu vera fleiri enn sjey eykamenn.

Á beinkinum í kvøld sita Tórður Thomsen, Jónas Tór Næs, Bartal Eliasen, Daniel Udsen, Christian Lamhauge Holst, Arnbjørn Hansen og Jústinus R. Hansen.

Teir báðir, sum í kvøld hava fingið at vita, at teir skulu út millum áskoðararnar at sita, og sum harvið ongan møguleika hava at koma á vøllin, eru Einar T. Hansen og Pól Jól Jóhannus Justinussen.

Merkisvert er tað, at teir báðir eru vinstrabeintir verjuspælarar.

Fríggjakvøldið vóru tað Pól Jóhannus Justinussen og Bartal Eliasen, sum sótu millum áskoðararnar, men í kvøld er Bartal komin inn á beinkin at sita.